Koyrikort og samleikakort eru nú talgild

Koyrikort og samleikakort eru nú talgild
Skjáttan er ment í samstarvi við Strandferðsluna, Stiftsstjórnina, Akstovuna og 10 kommunur. 
Dennis Holm, landsstýrismaður, Nicolai Mohr Balle, stjóri á Talgildu Føroyum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna, vóru millum tey fyrstu, sum fingu sær Skjáttuna, tá hon var tikin alment í nýtslu fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2023 - 13:37

Appin Skjáttan, sum millum annað hýsir talgildum koyrikorti, er nú alment tikin í nýtslu.

Skjáttan er eitt nýbrot í føroyskar talgilding, siga tey á Talgildu Føroyum. Til dømis kunnu flestu prógv og loyvi frá almennum myndugleikum, stovnum og kommunum gerast partur av appini.

Appin er ment í samstarvi við Strandferðsluna, Stiftsstjórnina, Akstovuna og 10 kommunur. 

Í løtuni eru koyrikort og samleikakort á appini, men menningarmøguleikarnir eru nógvir.

Durita Hansen, samskiftisfólk áTalgildu Føroyum, var í morgunsendingini í morgun:

 

20042023_Talgild_kort

 

Talgilda koyrikortið kann bert brúkast í Føroyum og ikki uttanlands. 

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar, tá Skjáttan var tikin í nýtslu.

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096