Færri verða fongslað, men fongsulsdagarnir eru fleiri

Færri verða fongslað, men fongsulsdagarnir eru fleiri
Fyri 22 árum síðani var boðað frá 55 brotum á rúsevnislógina, men nú eru millum 120 og 130 fráboðanir um árið
Í 2016 vóru stívliga 3.000 fongsulsdagar, men í fjør var talið komið upp á 4.600 dagar. (Mynd: Hagstovan)
 
20.04.2023 - 15:03

Færri eru fongslað seinastu árini, men kortini eru fongsulsdagarnir ikki minkaðir samsvarandi.

Í 2016 vóru stívliga 3.000 fongsulsdagar, men í fjør var talið komið upp á 4.600 dagar, vísa tøl hjá Hagstovni.

Fýra tey fyrstu árini eftir aldarskiftið vaks talið av fongslaðum og varðhaldsfongslaðum úr 100 upp í umleið 150 um árið,  men síðani er talið minkað støðugt. Í fjør var tað 57.

 

Fleiri brot á rúsevnislógina

Fleiri fráboðanir eru um brot á rúsevnislógina.

Fyri 22 árum síðani var boðað frá 55 brotum á rúsevnislógina. Síðani tá er talið vaksið munandi, serliga síðani 2012. Tey síðstu fýra árini hava fráboðanirnar um brot á rúsevnislógina verið millum 120 og 130 um árið.

 

24 brot á arbeiðsverndarlógina í fjør

Tá tað snýr seg um brot á arbeiðsverndarlógina, vísa fráboðanirnar eina misjavna gongd.

36 fráboðanir vóru bæði í 2001 og 2002, men tær fóru niður um 10 í miðal árini 2004-2012. Síðani hava aftur verið fleiri fráboðanir, og í fjør vóru 24.

 

Færri brot á vápnalógina

Brotini á vápnalógina minkaðu niður í eitt í 2010, men seinnu árini eru tey vaksin sera nógv, heilt upp í 47 í 2021, men í fjør vóru tey 22.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360