Barna- og útbúgvingarmálaráðið trokar 15 fyritøkur út úr Smæruni

Barna- og útbúgvingarmálaráðið trokar 15 fyritøkur út úr Smæruni
Tað er smakkleyst, at 15 smáar fyritøkurnar og almennir stovnar skulu út úr skrivstovufelagsskapinum í Smæruni, tí Barna- og Útbúgvingarmálaráðið skal inn, heldur leigari
Barna- og útbúgvingarmálaráðið skal flyta í Smæruna.
 
24.04.2023 - 16:26

Allar tær 15 fyritøkurnar, sum í dag húsast í Smæruni í Havn, skulu nú út.

Orsøkin er, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið skal flyta inn í hølini.


Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og Barna- og útbúgvingarmálaráðið flyta nú inn í Smæruna at húsast (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Landsverk og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hava nevniliga gjørt avtalu við Starvsfelagið um, at nýggja aðalráðið skal flyta inn í bygningin.

Og boðini komu óvart á leigararnar, sum fingu tað at vita frá Súna Selfoss, formanni í Starvsfelagnum, sum hevði kalla leigararnar á fund í morgun.

Ein teirra er Maybritt við Strond, sum er stjóri í fyritøkuni Málmót.

 

24042023_Smaeran

 

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, verjir avgerðina við, at leiguinntøkurnar fyri Smæruna hava ikki verið nøktandi, og at tað er einfaldari hjá Starvsfelagnum at hava ein stóran leigara heldur enn 15 smærri. 

Hoyr alt innslagið um Smæruna her.

 

BUMR_flytir_inn_i_Smaeruna

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096