Flaggdagshald um alt landið

Flaggdagshald um alt landið
Kring alt landið verður skipað fyri hátíðarhaldi í dag
 
25.04.2023 - 11:48

Flaggdagshald eru um alt landið í dag.  Í Fámjin har fyrsta flaggið hongur, er flaggdagshald nú klokkan tvey, og flaggrøðuna í Fámjin heldur Jógvan Fríðrikson bispur.

Í Vági er flaggdagshaldið klokkan 15.30 og er tað Viberg Sørensen, sum heldur flaggrøðuna. Skótaliðið Royndin skipar fyri. 

Klokkan 15 varpar Kringvarpið av Vaglinum í Havn, har Theodor Eli Dam Olsen, prestur, ber framm flaggdagsrøðu. 

Í Fuglafirði verður flaggdagshaldið í Miðstaðarlundini kl. 14.00. Jastrid á Dalbø flytur fram røðu, skótarnir luttaka og hornorkestrið spælir.

Kl. 14 verður eisini flaggdagshald í Runavík í Skótahúsinum við Løkin. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heldur røðuna, Skótar og ítróttarfólk ganga skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Á Skála verður flaggdagshaldið í Bátahylimum klokkan 16.30. Har heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum flaggdagsrøðuna. 

Og kl. 17.00 verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum. Jógvan Óli á Fríðriksmørk heldur flaggrøðuna.

Í Kaldbank heldur Jógvan Arge røðu klokkan 16.30.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096