Á Breddanum: Trygdarmál og gávur á donsku fíggjarlógini

Á Breddanum: Trygdarmál og gávur á donsku fíggjarlógini
Í sendingini í dag verður spurt, hvør ræður í Føroyum, tá ið ræður um trygdarpolitikk og gávur
Hesi fýra fara at skifta orð í Breddanum í dag um gávur til Klaksvíkar sjúkrahús og á donsku fíggjarlógini.
 
26.04.2023 - 09:32

Hvør ræður í Føroyum?

Tann spurningurin hongur yvir báðum evnunum, vit hava á Breddanum í dag. 

Fyrra evni er, nær eitt mál verður eitt trygdarmál, og harvið kemur undir trygdarpolitikk, sum ikki er yvirtikið málsøki. Spurningurin verður aftur reistur, nú norðurlendskir miðlar siga, at russisk skip hava illgrunarsama atferð, millum annað kring Føroyar, og møguliga njósnast. 

 

Gávur til Klaksvíkar sjúkrahús og á donsku fíggjarlógini

Og seinna evni er um gávur.

Ein er gávan, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið frá ónevndum vinnuligum fyritøkum í Klaksvík, Leirvík og Fuglafirði. Ein framkomin MR-skannari. 

Men gávur koma eisini í hesum døgum úr Danmark. Av donsku fíggjarlógini, sum hevur eyðmerkt støð í Føroyum, sum skulu hjúklast um.

Men samstundis hava vit eitt løgting, sum er valt at taka avgerðir um, hvar pengar skulu brúkast, og hvar teir ikki skulu brúkast. 

Men hvat so, tá pengarnir koma uttanifrá? Er tað í lagi, at onnur enn løgtingið lata pening til almenn endamál og taka ábyrgd, har tað manglar, ella er tað at keypa sær goodwill og ávirkan?

Landsstýriskvinnurnar, Ruth Vang og Margit Stóra, og løgtingsfólkini, Erling Eidesgaard í Tjóðveldi og Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum, fara at kjakast um evnið í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096