Hestur og Koltur vera ikki longur valstøð

Hestur og Koltur vera ikki longur valstøð
Veljarar í Hesti og Koltri skulu velja á Hálsi í Havn
Býráðið ætlar, at veljarar í Koltri og Hesti skulu velja á Hálsi í Havn, men møguleiki skal vera at atkvøða við brævi í Hesi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.04.2023 - 09:09

Hestur skal ikki vera valstað longur.

Tað ætlar Tórshavnar kommuna.

Býráðið skal í dag taka støðu til eitt tilmæli frá kommunustjóranum og fíggjarnevndini um at heita á Løgmálaráðið at leggja niður Hest og Koltur sum valstað.

Veljarar í Hesti og Koltri skulu velja á Hálsi í Havn.

 

15 valdu á løgtingsvalinum

Samstundis bindur Tórshavnar kommuna seg til at fara í Hest tvær ferðir fyri hvørt val og geva veljarum har møguleika at brævatkvøða.

Hestur er í dag valstað. Veljarar í Hesti og Koltri velja í Hesti. Á løgtingsvalinum í fjør høvdu 17 veljarar valrætt, og 15 atkvøddu.

Staðbundna nevndin í Hesti tekur undir við, at brævatkvøtt verður í Hesti.

Í løtuni er eingin skrásettur at búgva í Koltri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096