NemID verður til MitID

NemID verður til MitID
NemID fer nú í søguna, og tí mugu tey sum brúka NemID til at fáa atgongd til ymiskar almennar heimasíður, fáa sær MitID
 
27.04.2023 - 10:05

Tann 30. juni 2023 letur NemID aftur. Eftir hetta ber ikki til at nýta NemID til at rita inn á danskar talgildar sjálvavgreiðslur. Tískil heitir Ríkisumboðið á allar borgarar, sum nýta NemID, um at fáa sær MitID, áðrenn NemID letur aftur.

Niðanfyri ber til at lesa, hvussu tú fært MitID.

 

Beinta Müller og Unn Danielsen frá Ríkisumboðnum vóru í útvarpsstovuni og greiddu frá skiftinum frá NemID til MitID. Hoyr samrøðuna her:

 

NemID

 

MitID umvegis NemID

Um tú hevur eitt aktivt NemID, kanst tú sjálv/ur stovna tær eitt MitID, sum tú síðan kann nýta til at rita inn á danskar talgildar sjálvavgreiðslur. Hetta kann gerast umvegis www.mitid.dk/nemid

 

MitID við persónligari uppmøting á Ríkisumboðnum

Til ber eisini at fáa MitID á Ríkisumboðnum, um samleikatreytirnar kunnu lúkast. Ætlar tú tær at fáa MitID stovnað á Ríkisumboðnum, verður tú biðin um at bíleggja tíð umvegis teldupost ella telefon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096