Semingsroyndin bar ikki á mál

Semingsroyndin bar ikki á mál
Semingsuppskotið í sáttmálatrætuni millum flogskiparar og arbeiðsgevarar er vrakað
Tað stendur nú til partarnar í sáttmálatrætuni at gera av, hvat nú skal henda, sigur Semingsstovnurin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.04.2023 - 13:58

Semingsroyndin millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag bar ikki á mál.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, váttar, at semingsuppskotið hjá Semingsstovninum varð vrakað á fundinum, sum byrjaði klokkan 13. Hann vil tó ikki siga, hvør av pørtunum vrakaði uppskotið.

Spurdur, um tað framvegis er langt millum partarnar, sigur Terje Sigurðsson, at Semingsstovnurin ger ikki meira nú, og at tað nú er upp til partarnar at gera av, hvat skal henda. Og so kann tað antin enda við verkfalli ella verkbanni.

Semingsstovnurin var boðsendur fyri páskir, tá samráðingarnar millum flogskiparar og arbeiðsgevarafelagið, sum Atlantic Airways er í, slitnaðu.

Semingsroyndin byrjaði fyri góðum tveimum vikum síðani.

Sáttmálin hjá flogskiparunum, sum var, kom í 2019. Hann vardi til 1. apríl í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096