Óvist um tikið verður ímóti 13 milliónum

Óvist um tikið verður ímóti 13 milliónum
Nýggi MR-skannarin, sum vinnulívið í Norðurøkinum vilja lata Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur eitt virði á 13 milliónir krónur
27.04.2023 - 17:38

Nú skal leiðslan í Sjúkrahúsverkinum og landsstýriskvinnan í heilsumálum svara, um tey taka móti gávuni.

Tað var fríggjadagin í síðstu viku, at Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, fekk boð umvegis teldupost, at vinnulív í Klaksvík, Leirvík og Fuglafirði vildi lata ein MR-skannara til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Í teldupostinum, sum Kringvarp Føroya hevur fingið alment innlit í, stendur, at  gávan er 13 milliónir krónur.
 
Tað er Petur Even Djurhuus, advokatur, ið umboðar vinnulívið. 

Hann skrivar, at vinnulívið leggur ymsar treytir við gávuni:

Millum annað at MR-skannarin skal til eina og hvørja tíð verða staðsetur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og nýtast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og at Sjúkrahúsverk Føroya bindir seg til at seta MR-skannaran upp í hølum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og veita rakstrarfígging til dagliga nýtslu av skannaranum.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, vilja kanna málið nærri, áðrenn tey siga, um tey vilja taka móti gávuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360