Livialdurin hækkar ikki so nógv longur

Livialdurin hækkar ikki so nógv longur
Føroyar eru framvegis millum londini í Evropa, sum hava hægsta livialdur
Livialdurin hjá monnum í Føroyum er 81,3 ár í miðal, hjá kvinnum er hann 85,4 ár. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
28.04.2023 - 11:26

Livialdurin er hækkaður hvørt ár, men nú er stígur komin í, sigur Hagstovan.

Livialdurin hjá monnum í Føroyum er 81,3 ár í miðal, hjá kvinnum er hann 85,4 ár.

Munurin millum kvinnur og menn er minkaður úr sjey árum í 1985 og 86 niður í fýra ár.

 

Liktinstein á odda

Føroyar eru millum londini í Evropa, sum hava hægsta livialdur. 

Hjá mannfólki er longsti livialdurin í Liktinstein, 82,5 árum. Síðani koma Ísland, Sveis, Noreg og so Føroyar á fimta plássi. 

Stytsti livialdurin hjá mannfólki er í Russlandi og Moldova, 66 ár. Hjá konufólki er longsti livialdurin í San Marino, 86,5 ár.

Síðani koma Spania, Sveis, Frankaríki, og Føroyar eru á sætta plássi.  

Stytsti livialdurin hjá konufólki er í Moldova og Bulgaria, 75 ár.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096