Tvær ferðir so nógvir bilar, men nógv færri ferðsluóhapp

Tvær ferðir so nógvir bilar, men nógv færri ferðsluóhapp
Fyrst í hesi øldini vóru 1200-1399 ferðsluóhapp í árið, men nú eru tey farin niður um 500
Í 2000 vóru 3,2 fólk fyri hvønn persónbil, í ár eru tey tvey fólk.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.05.2023 - 08:36

Samstundis sum akførini eru vorðin meira enn dupult so nógv, eru ferðsluóhappini minkað tveir triðingar.

Hagstovan sigur, at síðani 2000 eru komin meira enn 23.000 fleiri akfør í Føroyum.

Tey vóru 19.000 1.januar 2000, og tey vóru góð 42.000 1.januar í ár.   

 

Tvey fólk fyri hvønn persónbil

Í 2000 vóru 3,2 fólk fyri hvønn persónbil, í ár eru tey tvey fólk. Men hóast bilarnir eru nógv fleiri nú, eru óhappini á vegunum nógv færri.

Fyrst í hesari øldini vóru ferðsluóhappini 1.200-1.300 um árið.

Nú eru tey farin langt niður um 500. Tey vóru 461 í fjør.  Í 2010 vóru tey 410, vísa tøl hjá løgregluni.

 

Nógvi færri ferðsluskaðar

Fólkaskaðar í ferðsluni eru eisini nógv færri nú. Teir vóru millum 60 og 70 um árið fram til 2008.

Síðani eru teir millum 20 og 30 um árið. Tvey fólk doyðu ferðsluni í 2022 og eitt fólk í 2021. Eingin doyði í 2020. 

Og færri vóru ákærd fyri rúsdrekkakoyring eftir 2007. Men tað talið er vaksið aftur seinastu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096