Á Breddanum: Ferðavinna í Mykinesi og privati áhugin fyri heilsuverkinum

Á Breddanum: Ferðavinna í Mykinesi og privati áhugin fyri heilsuverkinum
Trýstið er stórt, tá privata vinnulívið vil sleppa inn í heilsuverkið, ásannaði fyrrverandi landsstýriskvinnan í heilsumálum, tá Novo Nordisk Grunnurin fekk áhuga fyri Føroyum
Prísurin hjá útlendskum ferðafólkum at fara í land í Mykinesi er tvífaldaður. Evnið verður viðgjørt í Breddanum í dag.
 
02.05.2023 - 09:04

Prísurin hjá útlendskum ferðafólkum at fara í land í Mykinesi er tvífaldaður.

Tað kostar 500 krónur, um tú ikki hevur bílagt frammanundan. Haraftrat kemur kostnaðurin fyri ferðaseðilin í oynna.

Fjórði landsstýrismaðurin, síðani ferðavinnan tók dik á seg, heldur, at vit mugu hava eina betri skipaða ferðavinnu, men hvat ætlar hann at gera?

Vit tosa m.a. við landsstýrismannin í vinnumálum. 

 

Steno Miðstøðin er farin til verka á Landssjúkrahúsinum, men trýstið var stórt, sigur Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsumálum. 

 

Tað privata og heilsuverkið

Trýstið er stórt, tá privata vinnulívið vil sleppa inn í heilsuverkið.

Tað ásannaði Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, tá Novo Nordisk Grunnurin fekk áhuga fyri Føroyum. 

- Vit eiga at hava eina hugsan um hetta og tryggja gjøgnumskygni, so samstarv við tað privata ikki hevur við sær, at summi fáa framíhjárætt uttan um læknafakkunnleikan, heldur Sirið Stenberg.

 

MR-skannarin 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fyribils skotið bóltin til sjúkrahússtjóran í aktuella málinum um ein skannara til Klaksvíkar sjúkrahús.

Í Breddanum í dag tosa vit við eina fyrrverandi og eina núverandi landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096