Hesin hundurin sleppur ikki til Føroya

Hesin hundurin sleppur ikki til Føroya
Heilsufrøðiliga starvsstovan og Kærustovnurin siga, at Old English Bulldogg er vandamikil
Ein kæra um um loyvi at innflyta hund av slagnum Old English Bulldogg vann ikki frama. (Savnsmynd)
 
03.05.2023 - 15:40

Hundaslagið Old English Bulldogg sleppur ikki til Føroya.

Tað sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, og tað sigur Kærustovnurin eisini.

Orsøkin er, at hundurin er mettur at vera vandamikil.

Kært var um, at Heilsufrøðiliga starvsstovan sýtti umsókn um at flyta inn ein Old English Bulldogg.

Kærarin sigur, at tað ongastaðni á heimasíðuni hjá Heilsufrøðigu starvsstovuni stendur, at ikki er loyvt at innflyta hetta hundaslagið.

 

Kunngerð frá 2021

Heilsufrøðiliga starvsstovan og Kærustovnurin siga, at nýggja kunngerðin frá 1.oktober 2021 hevur forboð fyri at innflyta hundar, sum upprunaliga eru aldir til bardaga, varðhald, jakt ella verju, hava ágangandi tvísint sinnalag og eru sterk og harðfør, umframt blandingar av hundasløgum við hesum eginleikum. 

Hendan kæran er tann fyrsta, síðani nýggja kunngerðin kom í gildi.

Kærarin sigur, at Vinnukærunevndin í 2012 staðfesti, at Old English Bulldogg ikki er stríðshundur.

Og hetta hundaslagið er longu í Føroyum, sigur kærarin.

Men tá var ein onnur kunngerð enn nú, sigur Kærustovnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025