Rúni ráðgevi í Vinnumálaráðnum

Rúni ráðgevi í Vinnumálaráðnum
Høvuðsarbeiðsøki hjá fyrrverandi stjóranum í Innlendismálaráðnum verður vinnulóggávan
 
17.09.2013 - 11:55

Aðalstjórin í niðurlagda Innlendismálaráðnum verður ráðgevi í Vinnumálaráðum. Tað veit in.fo at siga.

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur við in.fo at, Rúni Joensen verður serligur ráðgevi í Vinnumálaráðnum, og hansara høvuðsøki verður vinnulóggávan.

Eftir at Innlendismálaráðið er niðurlagt, eru málsøkini, sum ráðið umsat, býtt soleiðis, at løgmál og lógareftirlit fara til Løgmansskrivstovuna, útlendingamál og ferðslumál fara til Vinnumálaráðið, kommunumál fara til Almannamálaráðið, undirstøðukervismál fara til Fíggjarmálaráðið, umhvørvismál fara til Fiskimálaráðið og familjurættarmál fara til Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867