Um tann góða grannan

Um KVFBloggur
Um tann góða grannan
— Ein heilsan til Norðurlandahúsið, sum fyllir 40 í ár
 
08.05.2023 - 17:05

Eitt eyðkenni fyri eitt gott grannalag er kenslan av, at mann hevur eina felags søgu. Eina felags søgu, sum í okkara føri byggir á eitt gott samstarv í nú fýra áratíggju.

Útvarpið sendi úr Norðurlandahúsinum vígsludagin tann 8. mai í 1983. Í dag kunnu vit staðfesta, at tað eru fleiri enn 500 ymiskar upptøkur – tær flestu konsertupptøkur – úr Norðurlandahúsinum í útvarpssavninum. Tá eru tey mongu tíðindainnsløgini ikki tald við.

Savnið sigur frá eini hendingaríkari søgu. Norðurlandahúsið setti sær stór mál. Konsert við Anniku Hoydal sjálvt vígslukvøldið og dagin eftir bleiv riggað til til eina stóra konsert við Sønderjyllands Symfoniorkester. Og síðani hevur tað gingið slag í slag. 

Í sjónvarpssavninum finna vit konsertuppøkur, tíðinda- og mentanarinnsløg og aðrar upptøkur. Í alt eru útvið 1000 upptøkur úr Norðurlandahúsinum í sjónvarpssavninum.  

Sostatt kunnu vit staðfesta,  at ætlanin við at byggja  Norðurlandahúsið og útvarpshúsið lið um lið bar á mál. Longu frá byrjan av var ætlanin, at tað skuldi verða ein dialogur millum húsini. 

Bygningarnir báðir – Norðurlandahúsið og útvarpshúsið, nú Kringvarpshúsið – eru sum kunnugt at kalla javngamlir. Útvarpshúsið bleiv endaliga tikið í nýtslu í 1982. Arkitektoniskt vórðu sett høg mál fyri báðar bygningarnar. Mæti føroyski arkitekturin í 20. øld Palli Gregoriussen teknaði útvarpshúsið og norski Ola Steen og íslendska Kolbrún Ragnarsdóttir vunnu arkitektakappingingina um Norðurlandahúsið.  

Fyrstu árini høvdu nøkur hug at kalla bygningarnar the Beauty and the Beast. Og so fara vit ikki at spekulera í, hvør var hvør, tí fólk tóku rættiliga skjótt báðar bygningarnar til sín.

Nú hátíðarhalda vit sjálvsagt so øgiliga nógv meira enn ein stásiligan bygning, tí Norðurlandahúsið er meira enn bara eitt hús. Vit hátíðarhalda alt tað veldiga arbeiðið, sum Norðurlandahúsið hevur gjørt fyri tað føroyska mentanarlívið. Norðurlandahúsið bleiv bygt í eini tíð, har hugtakið mentanarpolitikkur ikki hevði somu merking og tyngd og raðfesting, sum tað hevur í dag. Summi fryktaðu fyri, at Norðurlandahúsið bleiv ein sovipúta hjá skiftandi mentamálaráðharrum. Uttan at fara inn í ta diskussiónina kunnu vit bara staðfesta, at virksemið í húsinum hevur givið ættarliðum av føroyingum upp í leypar av mentanarligum upplivingum. Norðurlandahúsið hevur víðkað okkara sjónarring. 

Virksemið sprettur úr norðurlendsku hugsjónini, sum byggir á samhaldsfesti og javnstøðu, konsensus og burðardygd og á tolsemi. Hesi virðini høvdu týdning, tá Norðurlandahúsið opnaði dyrnar í 1983. Tá blivu krússararakettir settar upp í Evropa. 

Í dag hanga onnur myrk skýggj yvir Evropa. Tíðin í dag er tó grundleggjandi ein onnur. Globaliseringin hevur við sær, at spurnartekin verða sett við stovnar og virðir. 

Í Kringvarpinum tosa vit um ávirkanina uttanífrá, og at tað er avgerandi neyðugt at styrkja tað føroyska tilboðið, um vit vilja standa saman um málið, mentanina og savningarmegina.

Norðurlandahúsið hevur á ávísum økjum á leið somu uppgávur sum Kringvarpið. Sæð í ljósinum av globalu avbjóðingunum stendur Norðurlandahúsið sum ein garður um tey universellu virðini, sum eyðkenna tað norðurlendska samstarvið. Har er rúmd fyri tí listarliga frælsinum, tí opnu samrøðuni og talufrælsinum, sum saman eru ein fyritreyt fyri einum sunnum fólkaræði.   

Her – 40 ár seinni – kunnu vit ásanna, at tað var ein góður tanki, at hesir báðir stovnarnir vórðu staðsettir lið um lið.

Við hesum fáu orðum ynskja vit grannanum hjartaliga til lukku við teimum 40 árunum og takka fyri eitt fyrimyndarliga gott grannalag.


Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205

Um kvf css