H-bygningurin: Verkætlanin er ikki stýrd nóg væl

H-bygningurin: Verkætlanin er ikki stýrd nóg væl
Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt uppskot fyri tingið, nú landsgrannskoðanin hevur gjørt frágreiðing um H-bygningin
Løgtingsgrannskoðararnir hava nú fingið frágreiðingina um H-bygningin
 
09.05.2023 - 10:07

Bæði Fíggjarmálaráðið og Heilsumálaráðið áttu at havt varhugan av trupuleikunum, tá ið landsgrannskoðanin sáddi iva um fíggjarligu stýringini av verkætlanini um H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.

Tað siga landsgranskoðararnir m.a. í viðmerkingunum til uppskotið, sum er lagt fyri tingið í kjalarvørrinum av frágreiðingini frá landsgrannskoðanini um H-bygningin.

Sambært frágreiðingini frá landsgrannskoðanini:

  •  hava tølini í lógaruppskotum ikki altíð verið eftirfarandi, 
  • eru sparingar gjørdar, sum seinni gerast útreiðslur, 
  • sæst ikki í fíggjarlógum, hvat er játtað til H-bygningin, og hvat er játtað til annað,
  •  samsvarar nýtslan illa við játtaðu upphæddirnar, serliga í 2020, 2021 og 2022,
  •  hevur helst verið meirnýtsla í 2017, 2018 og 2019, tí at rúm tíð gongur, frá tí at Landsverk hevur disponerað, til útreiðslan sæst í Búskaparskipan landsins,
  •  at kunningin frá Landsverki til sjúkrahúsleiðsluna og Heilsumálaráðið hevur ikki verið røtt,
  •  var fíggjarstýringin farin av lagi í 2018; brek á fíggjarskipanini og eftirlitunum hjá Landsverki elvdi til, at verkætlanarroknskapurin ikki var eftirfarandi,
  •  áttu Fíggjarmálaráðið og Heilsumálaráðið at havt varhugan av trupulleikunum, tá ið grannskoðarin sáddi iva um fíggjarligu stýringina. Frágreiðingin vísir eisini, at tað oyðileggur gjøgnumskygni.

Frágreiðingin vísir eisini, at tað oyðileggur gjøgnumskygni, tá ið viðlíkahald og nýbygging eru á somu játtan.

 

Hava ikki stýrt nóg væl

Løgtingsgrannskoðararnir siga, at Landsverk hevur ikki stýrt verkætlanini nóg væl.

Løgtinsgrannskoðararnir átala hvassliga, at meginamboðið í fíggjarstýringini hjá Landsverki hevur ikki verið brúkt sum tað skal, og at Fíggjarmálaráðið í tí sambandi hevur ikki livað upp til sína eftirlitsskyldu við Landsverki.

Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini hvassliga vantandi fakliga og fíggjarliga eftirlitið hjá Heilsumálaráðnum, ið hevur ábyrgd av játtanini, men hvønn mánað hevur váttað roknskapir, sum ikki hava verið í lagi.

 

Jóhannis Joensen er formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar.

 

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Jóhannis Joensen í Breddanum: 

 

09052023_Johannis_Joensen_til_net

 

Nágreiniligar reglur

Eins og gjørt var fyri 10 árum síðani, mæla løgtingsgrannskoðararnir til at gera nágreiniligar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu stýrast, og hvørja ábyrgd og hvønn leiklut hvør hevur, tá ið almennar byggiverkætlanir verða framdar.

Løgtingsgrannskoðararnir halda, tað er alneyðugt, at frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini verður tikin í álvara,  og teir krevja, at myndugleikarnir læra av hesum, soleiðis at framtíðar byggiverkætlanir verða væl fyriskipaðar og fíggjarliga væl stýrdar.

Løgtingsgrannskoðararnir skjóta upp at heita á landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri tingið, hvørjar reglur kunnu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiverkætlanir verða framdar, og hvussu hesar reglur kunnu verða ásettar.

Les frágreiðingina frá landsgrannskoðanini her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473