Ógreitt um geislavirkið útlát verður mátað í Føroyum

Ógreitt um geislavirkið útlát verður mátað í Føroyum
Mátarin á Sornfelli hevur verið óbrúktur í fleiri ár, men í fyrraárið fekk Vørn uppgávuna at fáa gongd aftur á mátingarnar. Síðani hevur Arbeiðseftirlitið fingið ábyrgdina
Í 2021 fekk Vørn uppgávuna at fáa gongd á mátingarnar aftur, og nýggjur mátari var settur upp á Veðurstovuni í Havn. Nú hevur Arbeiðs- og Brunaeftirlitið fingið ábyrgdina av mátaranum.
 
10.05.2023 - 18:00

Søgan um mátingarnar er tann, at fyri umleið 15 árum síðani var ein mátari keyptur, sum var settur upp á Sornfelli.

Hann virkaði í nøkur ár og sendi mátingarnar til danska tilbúgvingarstovnin, sum samstarvar um økið við aðrar tilbúgvingarstovnar í ES-londunum.

Hesin mátaði í nøkur ár, men eftir at hava rikist sum tongul í brimi millum ymsar stovnar í landinum, har eingin veruliga tók ábyrgd fyri honum, hildu mátingarnar uppat. Síðani hevur mátarin staðið óbrúktur á Sornfelli.

 

Vørn fær uppgávuna

Í 2021 fekk Vørn uppgávuna at fáa gongd á mátingarnar aftur, og í januar í fjør var ein nýggjur mátari keyptur fyri umleið 100.000 krónur og settur upp á Veðurstovuni í Havn, sum Vørn umsitur.

Ynskiligt hevði verið at keypt ein mátara aftrat fyri umleið somu upphædd fyri møguligt at staðfesta, hvat slag av geislavirknum evni, talan er um. Fólk á stovninum hava verið á skeiði hjá danska tilbúgvingarstovninum í august í fjør at læra seg at brúka mátaran og umsita hann rætt.

Síðani er tað hent, at Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur fingið ábyrgdina av mátaranum og peningin, sum fylgdi við til umsitingina av honum.

Aftrat hesum hevur Vørn tríggjar handhildnar mátarar, sum til ber at fara við út um landið at gera mátingar.

 

Eingin ábyrgd

Sum skilst er tað sama við at henda nú, at eingin veruliga tekur ábyrgd fyri mátingini av møguligum geislavirknum evnum í Føroyum, og at tað, sum áður nevnt, manglar ein mátari aftrat, sum kann staðfesta, úr hvørjum evnum møguligar geislingar stava.

Tað hevur ikki borið til at fáa viðmerking frá stjóranum í Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum um, hvat stovnurin ætlar at gera fyri at fáa røkt økið til fulnar og tryggja, at til ber at gera nøktandi mátingar um møgulig geislavirkin útlát í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096