Bústaðarbyrðan tyngist í hvørjum

Bústaðarbyrðan tyngist í hvørjum
Í løtuni er bústaðarbyrðan í Havn og Eysturoynni ávikavist 40 og 21 prosent
Bústaðarbyrðan í Føroyum er í løtuni 25 prosent í miðal. Í Havn er hon 40 prosent. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
11.05.2023 - 12:20

Bústaðarbyrðan verður tyngri

Tað vísir nýggj uppgerð frá Betri Banka.

Í nøkur ár hevur Betri banki roknað bústaðarbyrðuna í Føroyum.

 

Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka.

 

Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir 7 ár skal brúka upp á at gjalda sítt bústaðarlán.

- Hetta mátið ger tað møguligt at fylgja rákunum, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka:

 

10062023_Bustadarbyrda

 

Í 2022 var bústaðarbyrðan í Havn og í Eysturoynni ávikavíst 37 og 20 prosent. Í øllum landinum var hon í miðal 25 prosent.

Higartil í ár er bústaðarbyrðan í Havn og Eysturoynni ávikavíst 40 og 21 prosent. 

Í Føroyum er hon framvegis 25 prosent í miðal. 

Sostatt er bústaðarbyrðan í Havn vorðin trý prosentstig tyngri og í Eysturoynni eitt prosentstig tyngri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096