Landsfelagið: Strikað mótrokning hevði bøtt um starvsfólkatrotið

Landsfelagið: Strikað mótrokning hevði bøtt um starvsfólkatrotið
Forkvinnan í Landsfelag Pensjónista sigur, at nógvir pensjónistar eru fúsir at halda fram í arbeiðslívinum, men teir vilja ikki arbeiða ókeypis
Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelagi Pensjónista.
Mynd: Kári Mikkelsen  
 
11.05.2023 - 18:00

Vónbrotið í Landsfelag Pensjonista er stórt, nú løgtingið feldi uppskotið um at mótrokna pensjónistar í pensjónini fyri aðra inntøku enn pensjón, ið fer upp um 45.000 krónur um árið. 

Sambandsflokkurin skeyt upp at taka mótrokningina av, so fleiri pensjónistar vilja arbeiða.   

14 atkvøður vóru fyri uppskotinum hjá Sambandsflokkinum og 17 ímóti.

Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, sigur, at verður mótokningin strikað, fer tað at hjálpa upp á starvsfólkatrotið í samfelagnum, tí nógvir pensjónistar eru fúsir at halda fram í arbeiðslívinum, men teir vilja ikki arbeiða ókeypis. 

 

11052023_Beate_um_motokning

 

Fólkaflokkurin heldur, at mótrokningin, sum í dag byrjar við 45.000 kr. í inntøku, er alt ov lítil. 

Mótrokningin eigur at hækka til í minsta lagi 90.000 kr., sum er tað sama sum hjá fyritíðarpensjónistum, heldur Fólkaflokkurin. 

Samgongan sigur, at samgongan ætlar at endurskoða markið fyri mótrokning, og tók tí ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911