Royndirnar vóru avgerandi

Royndirnar vóru avgerandi
- Eg eri errin av avrikinum, og royndirnar frá undanfarnum kappingum vórðu avgerandi. Tað sigur Aron D. Jacobsen, sum júst hevur vunnið sítt triðja DM-heitið í amboðsfimleiki
Aron D. Jacobsen hevur vunnið DM í amboðsfimleiki trý ár á rað
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
15.05.2023 - 12:01

Tað er mestsum vorðin ein vani.

Aron D. Jacobsen vann um vikuskiftið danmarksmeistaraheiti í amboðsfimleiki, og tað er triðja árið á rað, at hann er ovast á sigursskamlinum.

 - Eg eri øgiliga glaður fyri at havi fingið so góð úrslit, serliga tí at eg eri lesandi, og tað er ringt at fáa tíð til alt, sigur Aron D. Jacobsen.

Hann hevur fingið sín fimleikauppvøkstur í Havnar Fimleikafelag, men í DM-kappingini, sum var í Keypmannahavn, umboðaði hann danska felagið, Gefion.

 - Eg upplivi bæði upp- og niðurtúrar, men tá tað kemur til stykkis, havi eg megnað at gera tað, sum skal til. So eg eri mega stoltur, sigur hann. 


Vann tríggjar greinar - næstbestur í tveimum

Kappingin um danmarksmeistaraheitini varðir í tveir dagar. Aron D. Jacobsen kvalifiseraði seg til finalurnar í øllum seks amboðunum, og á gólvi, í beinsveiggi og í ringum var føroyingurin bestur, meðan hann var næstfremstur í barr og rekk. 

Samanlagt vann hann kappingina.

 - Eg haldi, at royndirnar frá trýstum støðum í undanfarnum kappingum, høvdu øgiliga nógv at siga, og gjørdu, at eg kom væl ígjøgnum tað, sigur Aron D. Jacobsen, nú kappingarárið er liðugt.

Hann ætlar sær at blíva betri í beinsveiggi, og tað verður hann við at kappast í altjóða kappingum. Ein av hesum eru fimleikaoyggjaleikirnir, sum eru á skránni í Álandi í juli.

Har skal Aron D. Jacobsen kappast saman við føroyska fimleikalandsliðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF