Færri næmingar í hvørjum flokki krevja størri játtan

Færri næmingar í hvørjum flokki krevja størri játtan
Eftir summarfrtíðina vera í minsta lagi 20 flokkar, har fleiri enn 24 næmingar vera í hvørjum flokki
Lógin sigur, at ikki fleiri enn 24 næmingar skulu vera í hvørjum flokki, men lógin verður ikki hildin, tí játtanin er ov lítil. (Savnsmynd)
 
19.05.2023 - 13:37

Tað er játtanin til fólkaskúlan, ið ger av, um fólkaskúlalógin verður hildin, tá ið talan er um næmingatal í einum flokki.

Í lógini stendur, at vanliga skulu ikki fleiri enn 24 næmingar vera í hvørjum flokki.

Men eftir skúlafrítíðina vera í minsta lagi 20 flokkar í fólkaskúlanum, har 25, 26 ella 27 næmingar fara at ganga í hvørjum flokki.

Ein av skúlanum, ið fer at hava fleiri flokkar, har fleiri er 24 næmingar vera í flokkunum, er skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík, har Vagn Foldbo er skúlastjóri.

Magnus Tausen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, váttar, at tað er játtanin, sum ger av, nær flokkar kunnu verða býttir í tvey. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19052023_Naemingatal_i_skulunum

 


Næmingatal í flokkum í fólkaskúlanum var annað av evnunum í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr allan Breddanum her.

Frants Jensen legði til rættis.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011