Tríggjar mánaða treytaða revsing fyri harðskap

Tríggjar mánaða treytaða revsing fyri harðskap
Upprunaliga vóru fýra 17 ára gamlir dreingir ákærdir fyri grovan harðskap, men tá dómurin fall, bleiv bara ein teirra dømdur
Dømdi maðurin skal eisini gera ólønta samfelagstænastu í 80 tímar og gjalda sakarkostnaðin. (Savnsmynd)
 
23.05.2023 - 14:06

Ein maður er í Føroya rætti dømdur fyri harðskap.

At byrja við vóru fýra 17 ára gamlir dreingir ákærdir fyri grovan harðskap.

Men tá dómurin fall, bleiv bara ein teirra dømdur. Ákæruvaldið bað sjálvt um, at tann eini bleiv frídømdur.

Og tveir aftrat blivu frídømdir í Føroya rætti.

Tann, sum var dømdur fyri grovan harðskap, fekk tríggjar mánaðir. Men revsingin er treytað.

Tað er eitt undantak, sigur rætturin.

Men tað er forsvarligt, leggur hann aftrat, tí drongurin var yngri enn 18 ár, tá hendingin var, og persónligu viðurskifti hansara eru góð.

Hann skal eisini gera ólønta samfelagstænastu í 80 tímar og gjalda sakarkostnaðin.

Statskassin rindar sakarkostnaðin hjá teimum frídømdu. 

Í ákæruni stendur, at teir ákærdu skuldu hava skumpað ein mann móti einum garði og sligið hann í høvdið við einari fløsku, sum brotnaði. Tað er tó ikki prógvað, sigur Føroya rættur, at fløskan brotnaði.

Hetta var nýggjársmorgun í fjør í Havn. 

Tann, sum bleiv dømdur, var eisini dømdur at rinda endurgjaldskravið hjá órættaða, sum var 2.400 kr. fyri klæði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083