Kunnu fiska 11.750 tons av heystgýtandi sild

Kunnu fiska 11.750 tons av heystgýtandi sild
Nú er sama veiðigjald lagt á heystgýtandi sild, sum er á norðhavssild
Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerð um fiskiskap eftir heystgýtandi sild.
 
24.05.2023 - 08:33

Føroysk skip sleppa at fiska 11.750 tons av heystgýtandi sild í ár.

Kunngerðin, sum sigur, hvussu fiskiskapurin skal skipast, er lýst og komin í gildi.

Sambært henni verður kvotan latin teimum, sum í 2022 høvdu rætt til egna árskvotu, ella teimum, sum hesin rættur seinni er fluttur til.

Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.

Nú er sama veiðigjald lagt á heystgýtandi sild, sum er á norðhavssild. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576