Føroysk flogbóltsfeløg spæla evropeiskt

Føroysk flogbóltsfeløg spæla evropeiskt
Kvinnurnar hjá SÍ og menninir hjá Mjølni fara næsta kappingarár at royna seg í evropeiskum kappingum fyri feløg
SÍ vann greipuna í fjør. Næsta ár skulu tær royna seg í Evropa fyri fyrstu ferð
 
08.06.2023 - 09:58

SÍ og Mjølnir skriva nú føroyska flogbóltssøgu.

Kvinnurnar hjá SÍ, sum vunnu bæði FM og steypakappingina í fjør, og Mjølnir, sum gjørdi tað sama hjá monnunum, hava melda seg til evropeisku kappingina, Challenge Cup, skrivar Flogbóltssambandið.

Hetta er fyrstu ferð, at føroysk flogbóltsfeløg skulu spæla í evropeiskari kapping hjá evropeisku flogbóltssamgonguni, CEV. 


Triðsterkasta evropeiska kappingin

Challenge Cup er triðsterkasta kappingin fyri feløg, sum CEV skipar fyri. Sterkasta kappingin er Champions League, har bestu meistaraliðini spæla, meðannæstbesta kappingin eitur CEV Cup.

Nú hava SÍ og Mjølnir gjørt av at kappast í Challenge Cup næsta ár.

Lutakast um, hvørjum hvørja mótstøðu føroysku liðini fáa, verður 19. juli, og heima- og útidystir verða mest sannlíkt í oktober og november 2023. 

Mjølnir ætlar at fáa badmintonhøllina í Klaksvík góðkenda til sín heimadyst, skrivar Flogbóltssambandið, sum sigur, at luttøkan hjá SÍ og Mjølni hevur sera stóran týdning fyri føroyskan flogbólt.

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928