Suni Merkistein heiðraður

Um KVF›Tíðindi
Suni Merkistein heiðraður
Fyri sítt drúgva arbeiði við at skjalfesta søguligar hendingar í bókmentum og sjónvarps- og útvarpssendingum hevur lagsfelagsskapurin Vitin latið Suna Merkistein heiðursmerki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08-06-2023

Fyrrapartin bórust tíðindi um, at “Vitin” heiðrar Suna Merkistein við einum heiðursmerki.

Gjøgnum árini hevur Suni gjørt eina røð av útvarps- og sjónvarpssendingum, sum hava ríkað og upplýst føroyingar, og burtur úr rúgvuni kunnu nevnast útvarpssendirøðirnar um the Beatles, Ung í rembingartíðum og Varðar á leiðini og sjónvarpssendirøðir sum Minnist tú enn, Kendir føroyingar, stakar sendingar um ítróttaligar stórhendingar av ymsum slag, um Merkið, móðurmálið og síðsta verkið er sendirøðin O, móðurlandið.

- Her í húsinum fegnast vit saman við Suna um heiðurin, sum honum er latin, og vit eru sera errin av tínum avriki og ynskja tær hjartaliga til lukku við uppiborna heiðrinum, sigur Barbara Samuelsen, deildarleiðari á Mentanardeildini í Kringvarpinum.

 

Grundgevingin hjá lagsnevndini at lata Suna heiðursmerkið:

"Tú hevur í tíni yrkisleið við sera neyvum arbeiðslagi sinniliga og sakliga savnað vitan um og skjalfest søguligar føroyskar hendingar við bókaútgávum og skipaðum sjónvarps- og útvarpssendingum.

Við tínum rúgvumikla arbeiði og tíni framúr miðling hevur tú lýst og drigið saman um søguligar hendingar, okkum øllum og komandi ættarliðum til gleði og gagns.

Tú ert ein oddviti og ein fyrimynd."

 

Um Vitan

Nærum øll lond í heiminum hava síni heiðursmerki at vísa úrmælingum viðurkenning. Føroyar fingu sítt í 2021.

Ein føroyskur lagsfelagsskapur undir navninum ”Vitin” var  tá stovnaður. Endamálið er at heiðra viðurkenningarverdar úrmælingar, sum hava framt vala avrik, ið eru við til at bera føroysku tjóðina framá.

Heiðursmerkið er silvur- ella gulllagt bringuprýði, sum er krossur við oyggjunum í miðjuni og áskriftini ”pro aris et focis” í bogaðum teksti omanfyri. Umframt sjálvt heiðursmerkið hoyrir eisini ein silvur- ella gullløgd reversnál til.

Fyrsta handanin var í 2021, har tríggir persónar, hvør á sínum fakøki, fingu heiðursmerki og heiðursbræv sum eina tøkk fyri teirra íkast til menningina av føroyska samfelagnum. 

Triðja handanin verður í ár, har Vitin hevur gjørt av at heiðra Suna Merkistein, Ulrike Steuerwald og Viberg Sørensen.

 

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334

Um kvf css