Støkk fekk mest á fimleikagalla

Støkk fekk mest á fimleikagalla
Føroyskur fimleikur lat heiðrar til síni bestu á gallaveitslu um vikuskiftið, og Støkk úr Runavík fekk meir enn helmingin av heiðurslønunum
Rósan úr Støkk fekk heiðurin "ársins lið" á fimleikagallaveitslu um vikuskiftið
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
11.06.2023 - 14:13

Føroyska fimleikaárið endaði um vikuskiftið við gallaveitslu, har tey bestu vórðu heiðrað. Støkk úr Runavík skaraði framúr.

Ársins amboðsfimleikarar vórðu Vilhelm Seyer úr Ljósinum og Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag. Rúni Lamhauge gjørdist ársins venjari í amboðsfimleiki við monnum, meðan ársins venjaratoymi hjá kvinnunum vórðu Remi Christiansen, Sólgerð Joensen og Anna á Fløtti Anthoniussen úr Flog.

Í estetiskum fimleiki fingu Lea Sundberg Eliasen og Gertrud Tórdóttir heiðurin sum ársins venjaratoymi. Tær eru venjarar hjá smágentunum, Norma, úr Ljósinum.

Aleksandra Fríðudóttir úr fimleikafelagnum Støkk varð vald at vera ársins stjørnuskot, meðan heiðurin fyri ársins lið eisini endaði í Runavík. Tað vunnu kvinnuunglingarnir hjá Støkk, Rósan, sum eisini vunnu FM-heitið í estetiskum fimleiki.

Støkk fór avstað við nógvum. Gentuliðið, Svalan, hjá Støkk vann heiðurin fyri ársins seriu, og fimleikafelagið, sum heldur til í Bylgjuni, vann eisini "ársins heiður" fyri átakið "felagsliðið", sum leggur dent á at bøta um samanhaldið, trivnaðinog felagsliðið. Smágentuliðið, Luna, úr Støkk fingu heiðurin fyri ársins drakt, sum var ljósareyð, hóskaði til aldurin, rørslurnar og tónleikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373