Ian Dam nýggjur stjóri í Flogbóltssambandinum

Ian Dam nýggjur stjóri í Flogbóltssambandinum
Hann avloysir Beinir Kristiansen, sum hevur verið stjóri seinastu tvey árini
Ian Dam tekur við stjórastarvinum í Flogbóltssambandinum 1. august.
 
12.06.2023 - 08:47

Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya hevur gjørt av at seta Ian Dam sum stjóra í Flogbóltssambandinum. Ian avloysir Beinir Kristiansen, sum í tvey ár hevur sitið í starvinum og staðið fyri at byggja upp skrivstovu fyri FBF, sigur sambandið í tíðindaskrivi. 

Sera nógv virksemi er í føroyskum flogbólti, verður sagt. 

Fyri umleið tveimum árum síðani gjørdi FBF av at seta ein stjóra at standa fyri at byggja upp eina skrivstovu, sum kundi umsita økta virksemið, og ganga á odda í broytingartíðini. 

Hesi tvey árini hava landsliðini luttikið í størri altjóða kappingum, ein flogbóltsskúli er settur á stovn, og allir dystirnir í Føroya Tele deildunum verða vístir í Televarpinum.

Ian Dam byrjar í starvinum sum stjóri fyri føroyskan flogbólt tann 1. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928