Góðan morgun Føroyar

Peter Belli var millum størstu fyrimyndir hjá Símun úr Konoy
12-06-2023
Røddin hjá Peter Belli var nakað heilt fyri seg, sigur Símun úr Konoy, sum sjálvur onkuntíð hevur verið nevndur tann føroyski Peter Belli.

Peter Belli, sum andaðist í síðstu viku, 79 ára gamal, var í nógv ár millum best dámdu sangarar í Danmark. Hann var eisini sera væl umtóktur í Føroyum.

Hann hevði fleiri konsertir her á landi, og í kvøðuljómunum í útvarpinum var hann ynsktur mest sum hvørja ferð.

Teir, sum oftast vóru umbidnir, mundu vera Ingen regning, Bedste og Kejserens soldater..

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

Kejserens soldater og Bedste komu eisini út í føroyskumi útgávum. Tað var Símun úr Konoy, ið spældi teir inn á føroyskum. Báðir gjørdust stór kvøðuljómahitt í sjálvum sær.

Símun úr Konoy hitti Peter Belli eina ferð í 1980'unum, tá hann var á konsertferð í Føroyum.

Ein ógvulgia fryntligur maður, minnist Símun.

Hann var mín fyrsta stóra fyrimynd í tónleikinum, leggur hann aftrat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026
Bróstkrabbi, Janus Rasmussen
08-10-2026
Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, veðrið
08-10-2026
Sjónvarpsrøður, bannaðar bøkur
07-10-2026
Prát og veðrið
07-10-2026
Svimjisambandið hevur fingið nýtt forfólk og virkið heyst er í Klaksvík
06-10-2026
Vit hava samband við okkara mann í Kazakhstan og veðurstovu Føroya
06-10-2026
Skynsom talgilding, Ráðið fyri ferðslutrygd 50 ár
05-10-2026
Prát og veðrið
05-10-2026
South Border, Suni Merkistein
02-10-2026
Prát og veðrið
02-10-2026