Góðan morgun Føroyar

Rás 2 í luftina aftur
13-06-2023
Tað verður nýtt og spennandi, siga teir báðir, Andrew Djurhuus og Símun J. Hansen, sum í næstum fara at gera útvarp í nýggjum skapi

Radio.fo hevur boðað frá, at tey gevast við at senda á netinum R2-net. Tískil fara tveir, sum eru útvarpsroyndir, at seta hol á Rás 2 aftur, eftir tað hvarv úr miðlalandslagnum fyri nøkrum árum síðani.

Tað eru eysturoyingarnir, Andrew Djurhuus og Símun J. Hansen, sum hava tikið av møguleikanum at endurskapa Rás 2, men tað verður ikki, sum tá ið tað steðgaði.

- Undirheitið er "Rás 2 - Hitt Radio", og fólk kunnu skilja tað, sum tey vilja. Ætlanin við Rás 2 er millum annað at gera útvarpssendingar, sum vit halda mangla í Føroyum.

Vit vilja eisini hava, at lurtarar senda ynskir til okkara, um tey hava okkurt í huga, siga teir báðir.

Nakrar sendingar, sum hava verið at hoyrt á frekvensinum, halda fram. 

Summarið fara teir at nýta til at spæla góðan summarsligan tónleik og finna fótafesti, áðrenn teir koma við skránni í heyst.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026
Bróstkrabbi, Janus Rasmussen
08-10-2026
Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, veðrið
08-10-2026
Sjónvarpsrøður, bannaðar bøkur
07-10-2026
Prát og veðrið
07-10-2026
Svimjisambandið hevur fingið nýtt forfólk og virkið heyst er í Klaksvík
06-10-2026
Vit hava samband við okkara mann í Kazakhstan og veðurstovu Føroya
06-10-2026
Skynsom talgilding, Ráðið fyri ferðslutrygd 50 ár
05-10-2026
Prát og veðrið
05-10-2026
South Border, Suni Merkistein
02-10-2026
Prát og veðrið
02-10-2026