Vár hoppaði og dansaði av gleði

Vár hoppaði og dansaði av gleði
Fyri 10 mánaðum síðani róði hon í skullara fyri fyrstu ferð. Um ein mánað rør hon í HM-kapping. Vár G. Hansen bæði hoppaði og dansaði av gleði, tá ið landsliðsboðini komu
Vár Hansen, sum hevur gjørt vart við seg m.a. í inniróðri í Føroyum, er komin á danska U23-landsliðið
 
20.06.2023 - 10:16

Vár G. Hansen er úttikin til danska U23-landsliðið, ið skal kappast til U23-HM í Bulgaria í juli, og harvið hava Føroyar hava fingið enn ein rógvara á danska rógvilandsliðið.

Tað eru bara 10 mánaðir, síðani at Vár flutti til Danmarkar at rógva, og tá setti hon seg í ein skullara fyri fyrstu ferð. 

Um ein mánað skal hon rógva í HM-kapping fyri U23 í danska dupultfýraranum.

 

1606265


 Vár Hansen, sum eisini hevur gjørt vart við seg í føroyskari rógving, er tikin út til danska U23-landsliðið og skal kappast í danska ferskullaranum til heimsmeistaraheitin í næstum.

 - Tað er fantastiskt, stórt og rørandi. Tað kennist framvegis óveruligt, hóast eg hevði sum mál at røkka U23-HM á onkran hátt, tá ið eg fyri fyrstu ferð setti meg í ein skullara í august í fjør, sigur Vár Hansen.



Í fjør flutti Vár Hansen til Århus við tí ætlan at rógva á hægri stigi. Hon venur nú tvífalt so nógv sum hon gjørdi í Føroyum - umleið 18 tímar um vikuna - og tá er fyrireikingartíðin ikki tald upp í. 

 - Ætlanin er ikki at steðga her, men at vita hvussu nógv eg kann menna meg, og hvussu langt eg kann røkka. Dreymurin er at rógva fulla tíð, sigur hon.

 




Heimsmeistaraheitini verða í Plovdiv í Bulgaria 19. - 23. juli, og ætlanin er at liva upp til vónirnar hjá sambandinum.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928