Fara at stýra ferðsluni til Tjørnuvíkar góðveðursdagar

Fara at stýra ferðsluni til Tjørnuvíkar góðveðursdagar
Pláss er gjørt til bilar og bussar sunnan fyri bygdina, so teir ikki fara inn í bygdina
Nú verður kannað, um til ber at finna onkran, sum kann stýra ferðsluni góðveðursdagarnar, stúva bilar á p-plássinum og vísa bilum burtur. (Savnsmynd)
 
20.06.2023 - 10:58

Nú fer býráðið í Sunda kommunu at kanna, hvussu til ber at stýra ferðsluni til Tjørnuvíkar góðveðursdagar.

Tí tað er slíkar dagar, at trupulleikar eru við ferðsluni.

Serliga slíkar dagar, sum grátt er sunnanfyri, og sólin skínur norðanfyri, millum annað í Tjørnuvík, fara fólk, sum búgva sunnanfyri, norðureftir.

Jógvan Kruse, borgarstjóri, sigur eftir fundin hjá fíggjarnevndini í gjár, at longu í dag verður kannað, um til ber at finna onkran, sum kann stýra ferðsluni góðveðursdagarnar, stúva bilar á p-plássinum og vísa bilum burtur.

 

Jógvan Kruse er borgarstjóri í Sunda kommunu. 

 

Pláss til bilar og bussar

Pláss er gjørt til bilar og bussar sunnan fyri bygdina, so teir ikki fara inn í bygdina.

Á heimasíðuni hjá kommununi sæst, hvussu nógv pláss eru tøk har júst nú.

Bussurin, sum í fjør koyrdi ferðafólk aftur og fram, kemur neyvan aftur.

Hann er tann rakstrartungi parturin, sigur borgarstjórin.

Og bussurin var ikki nógv brúktur. Ókeypis var hjá fólki at brúka bussin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439