Sleppa eisini at selja sterkt øl og rúsdrekka

Sleppa eisini at selja sterkt øl og rúsdrekka
Slík søla kann tó bara vera, tá gestir vitja
Tað vera fyrst og fremst útlendsk ferðafólk, sum fara at keypa rúsdrekka, tá tey vitja bryggjarí, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. (Savnsmynd)
 
26.06.2023 - 08:41

Tey, sum gera øl og rúsdrekka, sleppa skjótt at selja løg, sum er sterkari enn 5,8 prosent á staðnum, har sum løgurin verður gjørdur.

Slík søla kann tó bara vera, tá gestir vitja. 

Tað er ein broyting í rúsdrekkalógini, sum er endurskoðað og dagførd.

 

Fyrst og fremst ferðafólk

Uppskotið er, at hendan sølan verður ikki loyvd frá øðrum sølubúðum, sum bryggjarin hevur, og sum ikki eru á framleiðslustaðnum. Broytingin stendur í samgonguskjalinum.

Tað vera fyrst og fremst útlendsk ferðafólk, sum fara at keypa rúsdrekka, tá tey vitja bryggjarí, stendur í viðmerkingunum um ætlaðu lógarbroytingina.

Hildið verður ikki, at hetta fer at hava við sær meira drekkarí í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053