U21-HM heldur fram í Kringvarpinum

Um KVF›Tíðindi
U21-HM heldur fram í Kringvarpinum
Kringvarpið vísir allar dystirnar hjá føroysku U21-monnunum
Elias á Skipagøtu
Mynd: International Handball Federation  
 
27-06-2023

Síðstu vikuna hava føroyingar havt gleði av at síggja Elias á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og hinar á U21-hondbóltslandsliðnum vinna seg úr bólkaspælinum í Magdeburg til miðumfarið í Hannover. Nú er bert endaumfarið í Berlin eftir.

Angola, Japan, Spania, Brasil og Portugal. Øll máttu lúta fyri føroysku hondbóltsúrmælingunum, sum nú teljast millum átta tey bestu U21-landsliðini í heiminum.

 

'Then we take Berlin'

Føroyar eru nú tríggjar dystir frá heimsmeistaraheitinum. Í fjórðingsfinaluni hósdagin bíðar Serbia, og um tað eydnast at vinna, skulu føroyingarnir royna seg ímóti annaðhvørt Danmark ella Týsklandi í hálvfinaluni. Sjálv finalan verður í Max-Schmeling-Halle sunnudagin klokkan 17.00.

Kringvarpið vísir allar dystirnar hjá føroysku U21-monnunum. Eisini hava vit fólk á staðnum, sum borðreiða við tí feskasta úr landsliðsleguni.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329

Um kvf css