538 fólk hava fingið 6,5 milliónir í hjálparískoyti

538 fólk hava fingið 6,5 milliónir í hjálparískoyti
Almannaverkið hevur 214 umsóknir liggjandi, sum ikki eru liðugt viðgjørdar enn
Amannaverkið umsitur hjálparískoytið, sum er 12.000 kr.
 
04.07.2023 - 08:18

Higartil hava 538 fólk fingið hjálparískoyti frá landinum. Freistin av søkja um hjálparískoyti var fríggjadagin.

Tey 538 fólkini hava fingið slakar 6,5 mió kr útgoldið tilsamans.

Tað vera tó fleiri, sum fara at fáa hjálparískoyti.

Almannaverkið hevur 214 umsóknir liggjandi, sum enn ikki eru liðugt viðgjørdar, umframt 20 aðrar, sum eru liðugt viðgjørdar, men útgjaldið ikki farið fram enn.

Av teimum, sum ikki eru viðgjørdar, er ikki vist at allar lúka treytirnar, sigur Almannaverkið.

Hjálparískoytið er 12.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069