Oyggjaleikir 2023

bannari
Um KVF›Tíðindi
Oyggjaleikir 2023
Kringvarpið er við á Oyggjaleikum í Guernsey við frásagnum í sjónvarpi, útvarpi og á netinum
 
06-07-2023

Fyri fyrstu ferð í fýra ár eru Oyggjaleikir aftur, og hesa ferð er Guernsey vertur. 

Í morgun, hósdag, er kringvarpstoymið farið til oynna, har tey fara undir fyrireikingarnar til at skjalfesta avrikini hjá føroyingum.

Yvir 100 føroysk ítróttafólk skulu kappast í 12 greinum. Tær eru: badminton, bogaskjóting, skjóting, borðtennis, golf, súkkling/triathlon, kurvabóltur, frælsur ítróttur, svimjing og tennis. 

Talan verður um innsløg til útvarp, sjónvarp og talgildu miðlarnar. 

Oyggjaleikir 2023 eru frá 8.-14. juli. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723

Um kvf css