Frálík fimleikaúrslit í Álandi

Frálík fimleikaúrslit í Álandi
Føroysku amboðsíðkararnir, sum kappast til Inter Island Games í Álandi, hava staðið seg sera væl, og ikki minni enn 40 heiðursmerki eru komin til høldar
Nakrir av føroysku fimleikarunum, sum stóðu seg væl til fimleikaoyggjaleikir í Álandi
Mynd: fimleikur.fo  
 
09.07.2023 - 13:08

Føroysku fimleikararnir, sum kappast til Inter Island Games í Álandi, hava staðið seg sera væl, skrivar fimeikur.fo.

Ikki minni enn 40 heiðursmerki eru komin til høldar; 21 gull, níggju silvur og 10 av bronsu.

Í liðkappingini fyrsta dagin vunnu menninir gull og kvinnurnar silvur.

Millum onnur heilt góð úrslit kunnu nevnast, at Aron D. Jacobsen, ið sum heild stóð seg sera væl, vann all-around kappingina hjá monnum við nærum fýra stigum.

Astrið Nanly Breckmann vann gull í parallel barr við heili 10.733 stigum, og hon vann eisini á gólvinum.

Marin Danielsen (HF), Ronja Johannessen (HF), Gunnva Mørkore (HF), Astrid Breckmann (HF), Anna Sofía Bjarnastein Højsted (HF), Mia Højgaard (HF), Mia í Stórustovu (Ljósið), Aron Jacobsen (HF/Gefion), Bjarki Johannessen (HF), Hjálmar Dalsgard (HF/AIG), Teitur í Hjøllum (HF), Rókur Vestergaard (HF), Bjarki í Jákupstovu (Støkk) og Ari Poulsen (Støkk) umboðaðu Føroyar til kappingina, sum eisini verða nevndar fimleikaoyggjaleikirnir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635