Veðurlagsbroytingar stóra ávirkan

Veðurlagsbroytingar stóra ávirkan
Restina av hesi øldini fara høvini at fløða 26 til 83 sentimetrar og hitin hækkar millum 0,3 og 4,8 stig
 
27.09.2013 - 12:39

Ein nýggj frágreiðing um veðurlagið, sum ein serfrøðingabólkur hjá ST hevur kunngjørt í dag, slær nú fast, at heimshøvini fara at fløða millum 26 og 82 sentimetrar hetta fram til ár 2100.

Eisini verður staðfest við 95 prosent vissu, at orsøkin til veðurlagsbroytingarnar eru menniskjaskaptar.

Veðurlagsserfrøðingarnir siga eisini, at miðalhitin á jørðini fer at hækka millum 0,3 og 4,8 stig hesa øldina.

- Okkara greining av vísundaligu kanningunum vísir, at lofthválvið og heimshøvini eru vorðin heitari, at mongdin av kava og ísi er minkað, at miðal vatnstøðan er hækkað og at innihaldið av vakstrarhúsgassum er økt, sigur Quin Dahe, sum er ein av formonnunum í IPCC-arbeiðsbólkinum, ið hevur gjørt veðurlagsfrágreiðingina.

Sostatt eru ST-serfrøðingarnir nú meira enn nakrantíð fyrr sannførd um, at menniskjað hevur ábyrgdina av broytingunum í veðurlagnum.

Tá seinasta frágreiðing varð latin í 2007 vóru serfrøðingarnir sannførd við 90 prosent vissu, at broytingarnar eru menniskjaskaptar, og í 2001 var metingin 66 prosent vissa.

Eisini forsøgnirnar viðvíkjandi vatnstøðuni er økt í mun til seinastu frágreiðing, tá serfrøðingarnir mettu, at havið fór at fløða við 18 til 59 sentimetrum - nú siga tey 26 til 82 centimetrar.

Ein annar av formonnunum í IPCC-arbeiðsbólkinum, Thomas Stocker, ávarar um, at veðurlagsbroytingarnar kunnu hava hitabylgjur, vatnflóð og skerpingar við sær.

- Tað er sannlíkt, at vit fáa fleiri hitabylgjur, og at hesar fara at vera longri. Í og við at jørðin gerst heitari, vænta vit eisini at tey vátu økini fara at fáa enn meira avfall, meðan tey turru økini fáa enn minni, hóast tað kunnu vera undantøk, sigur hann.

Frágreiðingin varð almannakunngjørd í svenska høvuðsstaðnum Stockholm í dag, og er tann fyrsta at trimum frágreiðingum, sum IPCC-veðurlagsserfrøðingarnir hjá ST fara at kunngerða um framtíð jarðarinnar.

Endaliga frágreiðingin við øllum veðurlagsniðurstøðunum verður kunngjørd í Keypmannahavn í oktober mánaða næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095