Fipurkaðal um Skopunarfjørð

Fipurkaðal um Skopunarfjørð
Fer aftur at geva sandoyingum og suðringum betri atgongd til alnetið
Útgerð er riggað til umborð á Brimli, so kaðalar kunnu umvælast
 
27.09.2013 - 14:01

Í næstu viku fáa sandoyingar og suðuroyingar aftur nøktandi samband til alnetið.Sambandið til alnetið í Suðuroy og Sandoy hevur virkað umvegis radiosamband í eitt gott ár, tí sjókaðalin, sum knýtir Sandoynna og Suðuroynna til høvuðsnetið, slitnaði í fjør summar. Eitt ár frammanundan slitnaði hin kaðalin, sum gongur úr Vágum til Suðuroyar, og tí hevur sambandið við alnetið til tíðir ikki verið nøktandi í mun til nýtsluna sum hevur verið í Sandoy og Suðuroy.

Tað hevur tó ikki verið so einfalt at leggja ein nýggjan kaðal, tí útgerðin hevur ikki verið nóg góð til veðurviðurskiftini í Føroyum.Tí hevur Føroya Tele arbeitt við at gera eina tilbúgving, so teir sjálvir eru førir fyri at umvæla slíkar skaðar, um teir henda aftur.

Brimil riggaður til

Tí er útgerð riggað til umborð á Brimli, so kaðalar kunnu umvælast. Eitt kaðalspæl og onnur serútgerð er gjørd á skipasmiðjuni MEST, og fólk hava fingið útbúgving til uppgávurnar. Felags tilbúgvingin ger, at Brimil fær gjørt umvælingar, tá ið umstøðurnar annars eru nøktandi.

So skjótt góð líkindi verða aftur, er ætlanin at umvæla sambandið millum Miðvág og Hvalba. Tann kaðalin skal tryggja sambandið, um brek kemur á annan av hinum kaðalunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655