Eingin avgerð tikin um Koks

Eingin avgerð tikin um Koks
Annað árið á rað húsast føroyskan matstovan í Ilimanaq í Grønlandi, og tann 10. septembur letur hon aftur fyri í ár
Koks hevur seinastu tvey árini hildið til í Ilimanaq í Grønlandi.
 
17.07.2023 - 13:02

- Eingin avgerð er tikin enn, nær Koks flytur aftur til Føroya.

Tað sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, sum eigur Koks.

Annað árið á rað húsast føroyskan matstovan í Ilimanaq í Grønlandi, og tann 10. septembur letur hon aftur fyri í ár.

 

Johannes Jensen er stjóri í Gist og Vist.

 

- Tað verður ikki fyrr enn einaferð í august, at vit taka nakra avgerð um, hvussu vit halda fram við Koks, sigur Johannes Jensen.

Hann vil heldur ikki siga, um tað er upp á tal at flyta Koks aftur til Kirkjubøar, ið var seinasta føroyska adressan hjá matstovuni, ið hevur tvær Michelin-stjørnur.

- Tað stutta av tí langa er, at vit hava onga avgerð tikið um nakað enn, sigur Johannes Jensen.

Á heimasíðuni hjá Koks stendur, at matstovan hevur opið í Ilimanaq, “til bygd verður nýggj matstova í Føroyum”.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891