Fiskiskip áttu 29 prosent av oljunýtsluni í fjør

Fiskiskip áttu 29 prosent av oljunýtsluni í fjør
SEV brúkti 15 prosent og akfør 11,9 prosent
Vit brúktu umleið 294.000 tons av olju í fjør, 20.000 minni enn í fyrraárið.
 
19.07.2023 - 12:00

Føroyar brúktu sløk 294.000 tons av brennievni í fjør, skrivar Hagstovan.

Hetta eru næstan 20.000 tons minni enn í 2021, sum var metár.

Størsta partin eiga fiskiskip, 28,9 prosent.

Oljan hjá SEV var 14,8 prosent. SEV brúkti 43.600 tons av olju í fjør, sum eru 11.000 tons minni enn í 2021.

Akfør brúktu 11,9 prosent.

Tungoljan er nakað tann sama sum undanfarin ár, ein triðingur av oljunýtsluni.

Bensinið er bara 3,7 prosent.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096