Kanningar: Støðan við makrelinum er óbroytt

Kanningar: Støðan við makrelinum er óbroytt
Jákup Sverri hevur gjørt altjóða makrelkanningar saman við íslendingum, norðmonnum og dønum
Jákup Sverri hevur gjørt altjóða makrelkanningar í føroyskum sjógvi og eystan fyri Ísland. (Savnsmynd)
 
19.07.2023 - 12:20

Hóast niðurstøðan ikki er gjørd enn, bendir einki á, at stórar broytingar hava verið við makrelinum samanborið við í fjør.

Hinvegin var minni av sild at síggja. 

Í góðar tvær vikur hevur rannsóknarskipið Jákup Sverri gjørt altjóða makrelkanningar í føroyskum sjógvi og eystan fyri Ísland. Kanningarnar verða gjørdar saman við íslendingum, norðmonnum og dønum.

 

Eydna í Homrum er lívfrøðingur á Havstovuni.

 

Høvuðsendamálið er at fáa eitt vísital fyri, hvussu gongdin í makrelstovninum er, sum seinni í summar skal brúkast í stovnsmetingini.

Føroyski kanningarparturin er nú liðugur. Jákup Sverri var á 27 støðum og hálaði, og hann gjørdi eisini fýra svartkjaftahál.

Eydna í Homrum, lívfrøðingur á Havstovni, var við á túrinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19072023_Makrelkannigar_og_Jakup_Sverri

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096