Skiparin fekk ákæruritið í telduposti av Jamaika

Skiparin fekk ákæruritið í telduposti av Jamaika
Sjóvinnustýrið í Jamaika bað eisini skiparan um at virða føroyska lóg og kunngerðir
Skiparin á John Paul de Joria hevur møguleika at skjóta dómin í Føroya rætti í gjár inn fyri landsrættin. Freistin er 14 dagar.
 
21.07.2023 - 12:54

Hóast skipið “John Paul de Joria” var tvær ferðir innan fyri 12 fjórðingar, og ein bátur hjá skipinum eina ferð, vóru bara tvær ferðir nevndar í dóminum hjá Føroya rætti í gjár.

- Tann triðja ferðin verður avgreidd við sektaruppskoti, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.

Tað ber til, tí nú hevur rætturin ásett, hvussu nógv brot av hesum slagnum kosta. Tey kosta 75.000 krónur, og sektaruppskotið verður so 75.000 krónur.

Um skiparin ikki letur við seg koma, tá ið hann hevur fingið sektaruppskotið, kann ákæruvaldið fáa Føroya rætt at staðfesta tað uttan rættarfund.

Sigur hann, at hann noktar at gjalda, fer málið í rættin.

Skiparin fekk eisini 2.000 krónur í sekt fyri at bróta útlendingalógina, og 5.000 krónur fyri at bróta tolllógina.

 

Katrin Thorsvig Hansen er høvuðsákæri. 

 

Hini fáa eisini sektaruppskot

Hini 27, sum eru við “John Paul de Joria”, fáa eisini sektaruppskot fyri at bróta útlendingalógina.

Ákæruvaldið hevur fingið manningarlistan úr Killybegs í Írlandi, haðani “John Paul de Joria” kom til Føroya.

Dómurin hjá Føroya rætti kann kærast til Eystara landsrætt.

Freistin er 14 dagar.

 

Biðin um at virða føroyska lóg

Katrin Thorsvig Hansen sigur, at sjóvinnustýrið í Jamaika, har “John Paul de Joria” er skrásettur, sendi ákæruritið í telduposti til skiparan.

Sjóvinnustýrið har bað hann eisini um at virða føroyskar lógir og kunngerðir.

Paul Watson er við “John Paul de Joria”.

Hann er skrásettur sum fjølmiðjafólk har, eins og fimm ella seks onnur av manningini.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður. 

 

Samstarvið alt at siga

Samstarvið við myndugleikarnar í Jamaika hevur alt at siga, tá ið tað ræður um at handhevja forboðið fyri, at skip og manning á “John Paul de Joria” kann koma inn um 12 fjórðinga markið.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum:

 

Hogni_Hoydal_um_skip_hja_Watson


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018