Klaga um ringan lukt frá taðing

Klaga um ringan lukt frá taðing
Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur tosað við bóndan á Vatnaskørðum um málið, og roynt verður at loysa tað við samskifti
Sambært taðingarkunngerðini er loyvt at taða hesa tíðina, tó við treytum. (Savnsmynd)
 
21.07.2023 - 13:21

Eigarafelagið Millum Gilja í Hoyvík hevur sent Tórshavnar kommunu klagu um lukt frá taðingini á Vatnskørðum.

Tað váttar Roar H. Olsen, deildarleiðari á umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Klagan hevur samband við, at fleiri fólk Millum Gilja hava sent Eigarafelagnum klagur og áheitanir um  ringan trivnað, tí tað luktar.

Kringvarpið hevur tosað við fleiri, sum greiða frá, hvussu lukturin ávirkar lívsgóðskuna og trivnaðin heima við hús.

 

Mykjuroykur

Eigarafelagið vísir í klaguni á, at síðani mánadagin 17. juli hevur ikki borið til at gloppa vindeyga ella hurð fyri myrkjuroyki. Tey siga, at í onkrum húski hava fleiri fingið tekin um ovurviðkvæmi av taðingini. 

Sambært Páli Weihe, serlækna, er luktur í sær sjálvum ikki heilsuskaðiligur. Tó kann tað vera skaðiligt, um partiklar eru í sirminum í samband við spræning. Í slíkum føri kann tað elva til irriteratión í lungunum.

Tó ger Pál Weihe greitt, at ringur luktur gongur út yvir sálarheilsuna og trivnaðin heima við hús, sum eigur at takast í álvara.

 

Loyvt at taða við treytum

Sambært taðingarkunngerðini er loyvt at taða hesa tíðina, tó við treytum. Eitt nú stendur, at í sambandi við spræning av tøðum nærindis bústøðum, skulu atlit takast at ampa av lukti, sprutti frá tøðum o.ø. 

Eisini stendur, at í tann mun tað letur seg gera, skal ikki taðast, tá ættin liggur ímóti bygdum øki, sambært góðkendari byggisamtykt. 

Roar H. Olsen, deildarileiðari á umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at tey hava tosað við bóndan í sambandi við kæruna.

Hann sigur í stuttari viðmerking, at tey royna at loysa støðuna við samskifti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179