Sjøtul settur á arbeiðið at byggja nýggjan barnagarð á Sandi

Sjøtul settur á arbeiðið at byggja nýggjan barnagarð á Sandi
Tað grør um gangandi fót heima á Sandi, nú Sandoyartunnilin skjótt letur upp. Skjøtil verður nú sett á arbeiðið at byggja nýggjan barnagarð, samstundis sum stykkjað verður út
Áhugin fyri at seta búgv á Sandi er stórur, nú tað nærkast til undirsjóvartunnilin letur upp
Mynd: Savnsmynd  
 
24.07.2023 - 10:34

Sands kommuna setir nú skjøtil á arbeiðið at byggja nýggjan barnagarð.

Bygdarráðið samtykti á eykabygdarráðsfundi í farnu viku at taka av einum tilboði frá J&K Petersen um byggibúning av grundøkinum til nýggja barnagarðin, og tað arbeiðið byrjar hálvan august.

- Verandi barnagarður hevur pláss fyri 60 børnum, men nýggi barnagarðurin fer at hava pláss fyri 120 børnum, sigur Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi.

24072013_Heri_Sverrason

 

Hann dylur ikki fyri, at tað er komandi undirsjóvartunnilin, ið skundar undir bæði barnagarð og ta útstykking av grundstykkjum, sum er í gongd.

Nýggi barnagarðurin liggur upp at nýggju útstykkingini í Skarðsbøi, sum ætlandi verður liðug mánaðarskifti novembur/desembur.

- Vit hava 67 fólk á bíðilista og 30 grundstykki at lata, so áhugin fyri at seta búgv á Sandi er stórur, sigur Heri Sverrason.

Hann sigur, at ætlanin er at halda fram við at útvega bústaðir, og í tí sambandi hevur kommunan ogna sær eitt stykki í Sandabrekkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096