Grafikkur: Sáðgóðskan hjá monnum í Evropa

Grafikkur: Sáðgóðskan hjá monnum í Evropa
Sáðgóðskan hjá føroyskum mannfólkum er millum heimsins ringastu. Fá yvirlit í samvirkna grafikkinum her
Fjórði hvør føroyskur maður hevur vánaliga sáðgóðsku. Fá yvirlit yvir sáðgóðskuna hjá evropeiskum monnum í samvirkna grafikkinum í greinini
Mynd: OpenHeatMap  
 
05.03.2013 - 08:31

Fjórði hvør føroyskur maður hevur vánaliga sáðgóðsku, har tað eru færri enn 20 milliónir sáðkyknur fyri hvønn millilitur. Tað er minni enn normalu virðini eiga at vera, sambært heimsheilsustovninum, World Health Organization.

Sí samvirkna grafikkin niðanfyri

Tað er niðurstøðan í gransking hjá Jónrit Halling og Mariu Skaalum Petersen, ið hava kannað sáðgóðskuna hjá 481 føroyskum monnum í aldrinum 21 til 24 ár. Granskingin er kunngjørd í tíðarritinum British Medical Journal Open.

SÍ EISINI Føroyskir menn vánaliga sáðgóðsku

Í samvirkna grafikkinum niðanfyri sært tú, hvussu sáðgóðskan hjá monnum í Evropa er. Tú sært á litunum, hvussu sáðgóðskan í teimum ymisku londunum er. Myrkari liturin á kortinum er, lægri er sáðgóðskan. Ljósari liturin er, hægri er sáðgóðskan.

Grafikkur: Sáðgóðskan hjá monnum í Evropa

Grafikkur: Bjarni Mohr. Kelda: Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu

● »Zooma« inn og út á kortið við "+" og "-" í vinstra bredda á kortinum

● Førka músina yvir tey einstøku londini fyri neyvari tøl

● Tølini vísa milliónir av sáðkyknum fyri hvønn millilitur

● Gev gætur: Stundum kann ganga ein løta, áðrenn kortið verður innlisið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815