Ann Hansen byrjað sum studentaprestur

Ann Hansen byrjað sum studentaprestur
Føroya fyrsti studentaprestur, Ann Hermansdóttir, er farin til verka á miðnáms- og yrkisskúlunum í Føroyum
Ann Hermansdóttir er Føroya fyrsti studentaprestur, og hon er nú farin til verka
Mynd: Jens Jákup Hansen  
 
02.08.2023 - 09:17

Í gjár byrjaði Ann Hermansdóttir í nýggja starvinum sum studentaprestur á miðnáms- og yrkisskúlunum í Føroyum. 

Teir eru Glasir, Miðnám á Kambsdali, Miðnám í Suðuroy, Miðnám í Vestmanna og Tekniski skúlin í Klaksvík.

Talan er um eitt tíðaravmarkað starv í fýra ár, men tað kann longjast í tvey ár.

Myndir: Jens Jákup Hansen

Ann Hermansdóttir var sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi í 15 ár.

Í sambandi við, at Ann Hermansdóttir gavst sum sóknarprestur í Havnar kirkju, skipaði kirkjuráðið fyri hátíðarløtu fyri henni. Her fær Ann Hermansdóttir handað eina blómukurv. 

16.juli helt Ann fráfaringargudstænastu í Havnar kirkju.

Og í gjár byrjaði Ólavur Eysturdal sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.

Ólavur skal virka í kirkjusóknunum í Hoyvík og í Kaldbak fram til 31.oktober, meðan Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, er í lestrarfarloyvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096