ES reglur um dronur skulu setast í gildi í Føroyum

ES reglur um dronur skulu setast í gildi í Føroyum
Fyrimunurin er serliga, at reglurnar eru kendar hjá teimum, sum koma higar við dronu, sigur landsstýrið
Reglurnar fyri at flúgva við dronu í Føroyum eru ótíðarhóskandi
Mynd: Shutterstock.com  
 
10.08.2023 - 10:11

Reglurnar í Føroyum um at flúgva við dronu eru ótíðarhóskandi og eru ikki rættiliga sum tær, sum er galdandi aðrastaðni, sigur landsstýrið. 

Tí skulu ES reglur um dronur setast í gildi í Føroyum

Tær vera kortini lagaðar til føroysk viðurskifti.

Fyrimunurin er serliga, at reglurnar eru kendar hjá teimum, sum koma higar við dronu, eins og ES reglurnar loyva viðkomandi frávikum, til dømis um lendi og viðbrekin øki, sigur landsstýrið.

 

Dagføra loftferðslulógina

Loftferðslulógin, sum er galdandi í Føroyum, skal dagførast. Hon er frá 2013.

Lógin er ikki í fullum samsvari við loftferðslulógina, sum er galdandi í Danmark.

Uppskot um dagføringina er til hoyringar til 20.august.

 

Ótíðarhóskandi reglur

Reglurnar í Føroyum um at flúgva við dronu eru ótíðarhóskandi og eru ikki rættiliga sum tær, sum er galdandi aðrastaðni, sigur landsstýrið. 

Reglurnar, sum vóru kunngjørdar í 2017, eru ikki settar í gildi, men vera nú settar í gildi eins og nýggju reglurnar.

Millum annað koma reglur um at flúgva við dronu, meðan fólk eru ávirkað, og hvussu fólk kunnu vera dømd at missa rættin at flúgva við dronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096