Áhugin at flúgva til New York ikki so stórur sum væntað

Áhugin at flúgva til New York ikki so stórur sum væntað
Atlantic Airways tillagar nú fráferðirnar til New York í heyst, so at fráferðirnar verða fimm í tali í staðin fyri sjey
Nýggja rutan hjá Atlantic Airways til New York hevur ikki væntaðu undirtøkuna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.08.2023 - 14:48

Undirtøkan millum føroyingar fyri ferðunum hjá Atlantic Airwyas til New York hevur ikki verið so góð sum vónað og væntað varð.

Atlantic Airways tillagar nú fráferðirnar til New York í heyst, so at fráferðirnar verða fimm í tali í staðin fyri sjey.

Sambært Jóhonnu á Bergi, stjóra í Atlantsflog, eru fleiri orsøkir til, at undirtøkan hevur verið so lítil, at tvær tær seinastu fráferðirnar nú verða tiknir av skránni.

Ein orsøk er helst, at øll loyvini til at flúgva til New York vórðu ikki fingin upp á pláss fyrr enn í mai mánaði, og tá høvdu fólk kanska longu lagt sínar ferðaætlanir fyri summarið og heystið, sigur Jóhanna á Bergi í tíðindaskrivi.

Hon vísir eisini á, at um sama mundið, sum New York rutan varð sett til sølu, seldi Atlantsflog meir enn 10 full flogfør til Berlin í sambandi við hondbóltskappingina har, og at tað ivaleyst eisini hevur ávirkað søluna til New York.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797