- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skógfriðingarnevndin sigur nei

Bæði skógfriðingarnevndin og Umhvørvisstovan hava nu mælt frá at ganga umsóknini hjá Tórshavnar Kommunu á møti, um at broyta matrikulering og byggisamtykt í Hoydølum.
Tað er greitt, nú skógfriðingarnevdin eisini hevur latið sítt hoyringssvar inn til friðingarnevndina fyri Streymoyar sýðslu.
Tórshavnar Kommuna hevur søkt um at broyta byggisamtyktina fram við Hoydalsá fyri økið við gamla Studentaskúlan í Hoydølum frá náttúrufriðaðum øki og økir til traðir og velt lendi, til byggiøki.
Tað vil siga frá D1 øki - ætlað almenningi, náttúrufriðingar- og mentunarlig endamálum, til D3 øki, sum verður kannað stórum almennum stovnum.
Skógfriðingarnevndin hevur latið inn hoyringsskriv til lokalu friðingarnevndina eftir at Tórshavnar Kommuna hevur søkt um at broyta matriklarnar og byggisamtyktirnar fyri økið har gamli studentarskúllin í Hoydølum stendur, umframt økið við síðunda av, har ein barnagarður stendur í dag.
Í grundgevingini skrivar skógfriðingarnevndin at matrikul nr. 20 í Hoyvík, sum er viðarlundin í Hoydølum, er skógfriðað. Er eitt øki skógfriðað má einki nytt byggjast nærri enn 300 metrar frá.
"Her er talan um eitt skógfriðað lendi, ið er nærri enn 300 metrar frá ætlaðu broytingunum í byggisamtyktini", stendir millum annað í hoyringsskrivinum.
Tað stendir eisini, at tað er ikki greitt, hvørja ætlan Tórshavnar Kommuna hevur við økinum.
Haraftrat leggur skógfriðingarnevndin áherðslu á at Innlendismálaáðið varðar av einum parti av økinum og hevur lagt tað út til Umhvørvisstovuna at umsita og á tinglýsta servituttin, sum sigur, at einki nýtt virksemi má fara fram á økinum, uttan at Umhvørvisstovan hevur góðkent tað frammanundan.
Haraftrat verður nevnt, at tað ikki er í tráð við avtaluna millum Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuna um at leggja økið út til frílendi.
Umsóknin hjá Tórshavnar Kommunu at broyta matrikulering og byggisamtykt í Hoydølum er til viðgerðar í lokalu friðingarnevndini, og tað er í tí sambandi, at skógfriðingarnevndin verður hoyrd.
Eisini Umhvørvisstovan hevur mælt frá at broyta byggisamtyktina og um-matrikuleringina við tí grundgeving, at tað er í stríð við frílendisætlanina.
Tá lokala friðingarnevndin er komin til eina niðurstøðu verður málið beint í yvirfriðingarnevndina.
Ætlaðu broytingarnar av byggisamtyktini eru liður í eini ætlan, sum Tórshavnar Kommuna hevur fyri økið.
Tórshavnar Kommuna hevur keypt Hoydalar frá Mentamálaráðnum, men handilin er treytaður av, at byggisamtyktin verður broytt og ummatrikuleringin framd.
Við ummatrikuleringini og broyttu byggisamtyktini ber til at byggja eittsindur afrat - til dømis omaná fimleikarahøllini á gamla studentaskúlabyginginum
Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn hevur gjørt greitt, at hann fegin vil hava, at barakkin, sum í dag hýsir einum barnagarði við síðuna av gamla studentaskúlanum, verður standandi.
Barakkin stendir við einum fyribils loyvi, sum er treytað av, at hon verður tikin niður um árskiftið.
Keypið av Hoydølum er partur av eini avtalu um, at Mentamálaráðið fær skúlabygningarnar á Frælsinum, sum skulu umvælast og brúkast til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Gongur handilin um Hoydalar og Frælsi ikki upp, má Mentamálaráðið møguliga rinda 37 milliónir krónur meira fyri bygningarnar á Frælsinum.























