Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum foreldrum ella maka

Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum foreldrum ella maka
Í heyst bjóðar Títt Rúm barsilsbólk til foreldur, sum hava rúsbundin foreldur ella makar.
 
14.08.2023 - 16:16

Títt Rúm er eitt tilboð til avvarðandi hjá teimum, sum hava rústrupulleikar. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður. Og í heyst verður barsilsbólkur aftur á skránni.  

Talan er um ókeypis bólk til tey, sum eru uppvaksin við einum foreldri, sum hevur ella hevur havt rústrupulleikar. Men bólkurin er eisini ætlaður teimum, sum hava ein maka við rústrupulleikum. Tað boðar felagsskapurin frá í tíðindaskrivi. 

– Vit byrjaðu okkara fyrsta barsilsbólk á vári 2022, tí vit sóu ein tørv og valdu at royna tað. Nógv hava luttikið í barsilsbólkum síðan tá og hava verið glað fyri tilboðið sigur Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, sum varðar av tilboðnum Títt Rúm. 

Bólkurin er um morgunin ella tíðliga um dagin, og børnini eru við. Vognar kunnu standa inni í garðinum, og foreldrini kunnu hava alarmar við inn í bólk. Madrassur og leikur liggja á gólvinum til børnini, og ofta sita vit á gólvinum og tosa, so foreldrini kunnu sita hjá børnunum. Í barsilsbólkunum seta børnini dagsskránna, og bólkurin er skipaður soleiðis, at børnini hava sítt pláss.  

Við serkønari hjálp frá fakfólki, kanst tú í bólkinum trygt tosa við onnur, sum skilja tína støðu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096